SP/F Foss-el varð stovnað í januar 1995, av Jógvan G Fossaberg og Egil Ellingsgaard.
Jógvan byrjaði sína yrkisleið sum handilslærlingur hjá P/F Svend Krosstein í 1974. Seinni fór hann í starv hjá Fa. Marstein í Tórshavn.
Egil byrjaði sum lærlingur í Føroya Banka í 1977, og starvaðist har í 18 ár.
Foss-el húsaðist ta fyrstu tíðina, í leigaðum hølum á Landavegnum 2. Avtalað um handilssamband varð gjørd við m.a. Philips og JO-El (seinni Schneider-Electric), og varð í fyrstani serligur dentur lagdur á at selja vørur sum: battarí, perir, bilperir, videobond og smá-el til handlar, timburhandlar, bensinstøðir og almennar stovnar, kring alt landið.
Við tíðini eru alt fleiri samstarvsavtalur gjørdar, við veitarar úr nógvum ymsum londun, og vøruúrvalið er eisini broytt. Umframt omanfyri nevnda vøruúrval, er tað í dag serliga el-tilfar, kaðalar, ljósbúnaður og ljóskeldur sum mynda úrvalið, samstundis sum kundaskarin eisini er víðkaður til at fevna um el-innleggjarar, elektrikarar, skipasmiðjur, samskiftisfyritøkur, almennar stovnar, handlar og servicestøðir.
Foss-el hevur skift bústað nakrar ferðir. Aftaná nøkur ár við Landavegin, varð flutt í hølir hjá P/F Valdemar Lutzen í Sigmundargøtu 13, og seinni í kjallaran í Tannlæknamiðstøðini á Óðinshædd 1. Tann 01. Januar 2013 varð flutt til núverandi adressu: Staravegur 5.
Í fleiri ár hava tað verið trý starvsfólk í Foss-el, Jógvan G Fossaberg, Egil Ellingsgaard og Gudny Fossaberg, men við ársenda 2015 valdi Jógvan at gevast, og hava Egil og Gudny síðani yvirtikið virksemið.
Umframt tey bæði, starvast nú eisini Mikkjal Højgaard Helmsdal í Foss-el. Mikkjal hevur drúgvar royndir innan handilsvinnu við el-tilfari. Hann hevur staðið í læru hjá P/F Leif Mohr, og hevur arbeitt har í uml. 10 ár.